- Tíðindi, mentan og ítróttur
Friðaravtalan fer helst at hjálpa Trump á heimavølli

Tað eru tvær heilt ymiskar støddir, sum mann skal leggja upp fyri, tá mann skal gera upp "avleiðingarnar" av friðaravtaluni, sum amerikanska stjórnin hevur gjørt við iransku stjórnina.
Tá kríggið byrjaði, var Donald Trump, forseti, rættiliga eirindaleysur, tí tá snúði tað seg um at rudda burtur allar møguleikar hjá iranum at gera kjarnorkuvápn, og tí hevur tað verið ófrávíkilig treyt hjá honum, at ríkaða uranið, sum iranska stjórnin hevði á goymslu, skuldi úr landinum. Hann hevur eisini tosað hart um, hvussu amerikanski herurin hevur smildrað iranska herin sundur, so hann hvørki kann svara fyri seg ella koma fyri seg aftur, og hóast hann fleiri ferðir hevur sagt, at kríggið var vunnið, so vísir gongdin hesar mánaðirnar síðan kríggið byrjaði, at tað kortini ikki var heilt so.
Nú ein rammuavtala um eina friðaravtalu er gjørd og undirskrivað, er sjónligt fyri ein og hvønn, at tað var heldur ikki var so.
Og sambært Eriki Løksagarð Absalonsen, stjórnmálafrøðingi, sum hevur búð og lisið í USA, og sum hevur fylgt við og havt sera stóran áhuga fyri amerikonskum politikki, er tað greitt, at iranar hava fingið væl meira burtur úr enn amerikanarar høvdu ætlað, og ivaleyst eisini meira enn amerikanska stjórnin hevði ímyndað sær, tá kríggið byrjaði.
- Eg trúgvi at tað kom óvart á, at iranar megnaðu at svara aftur sum teir gjørdu. Millum annað, at teir stongdu Hormuzsundið, tí tann avgerðin fekk ógvusligar avleiðingar fyri inflatiónina, tí oljuprísirnir struku beint upp í loft. Tað merktist ikki bara her hjá okkum í Evropa, men eisini hjá amerikonsku veljarunum, sum hava verið sera misnøgdir og vent forsetanum bakið. Tað hevur lagt trýst á forsetan at fáa ein enda á hesum krígnum, og tað er ivaleyst ein orsøk til, at iranar hava fingið tað burturúr, sum teir hava fingið, sigur hann.
Tað verður sagt, at amerikanski veljarin bara - ella næstan bara - hevur áhugað fyri egnum viðurskiftum, heimligum amerkonskum viðurskiftum, og hóast tað neyvan er so einfalt heldur, so er greitt, at lyftini hjá Donald Trump, tá hann fór til val, vóru, at hann ikki skuldi senda USA í kríggj. Tað kláraði hann ikki at halda, og tað er ein onnur av orsøkunum til fallandi undirtøkuna. Tað tykist greitt, at hetta kríggið var ein feilmeting frá stjórnini, sum tykist hava roknað við, at iranar fóru at bukka undir alt fyri eitt, og tá kríggið hevur verið dýrt fíggjarliga, og tá tað hevur havt við sær stóra príshækkingar heima í USA, so hevur tað verið greitt hjá forsetanum í eina tíð, at hetta mátti fáa ein enda skjótt.
Og sjálvt um restin av heiminum heldur, at hann hevur tapt meira enn hann hevur vunnið, so kann støðan í fyrsta umfari, gerast, at friðaravtalan kann hála vánaliga politiska umdømið hjá forsetanum upp, sigur Erik Løksagarð Absalonsen.
- Kemur avtalan endaliga upp á pláss, so fer tað skjótt at síggjast á oljuprísinum. Tað merkir amerikanski brúkarin og tað kann vera nokk til at venda gongdini. Um tað heldur er so ein annar spurningur, sigur hann.
Tá mann nú er í gongd við at hyggja eftir støðuni í USA, so heldur Erik Løksgarð Absalonsen tað vera áhugavert at hyggja eftir, hvussu republikanski flokkurin reagerar uppá avtaluna. Ella hvussu nærmastu starvsfelagarnir, J. D. Vance og Marco Rubio, sum hála hvør sín veg í mun til hesa avtaluna, fara at gagnnýta tað sum hendir nú.
- Donald Trump kann ikki stilla uppaftur, og tað er nokk lítið at ivast í, at teir báðir liggja framvið til at gerast forsetavalevnið til næsta val, og tað verður spennandi at síggja, hvussu tað fer at spæla av, sigur Erik Løksagarð Absalonsen, stjórnmálafrøðingur.
Trýst á pílin niðanfyri og hoyr alla samrøðuna við Erik Løksagarð Absalonsen. Ein partur av henni varð sendur í tíðindasendingini í dag og ein partur av henni, verður sendur í tíðindunum í morgin. Men her kanst tú hoyra alla sendingina í einum.
























