- Tíðindi, mentan og ítróttur
Virðismikil mineral kunnu vera á føroyska havbotninum

Tað kunnu liggja stór virði fjald á føroyska havbotninum.
Í einari nýggjari frágreiðing til landsstýrismannin í vinnumálum metir Jarðfeingi, at føroyski landgrunnurin kann goyma virðismikil havbotnsmineral, serliga í økinum kring Ægisryggin norðanfyri Føroyar.
Talan kann vera um jarn-manganskorpur og havbotnssulfidir, sum innihalda mineral sum kopar, kobolt, mangan og onnur sjáldsom jarðevni. Hetta eru mineral, sum verða brúkt í millum annað battaríum, elbilum, vindmyllum, medisinskari útgerð, hernaðarligum útbúnaði og aðrari hátøkniligari framleiðslu.
Sambært ES-nevndini fer tørvurin á fleiri av hesum mineralunum at vaksa munandi komandi árini, og í 2024 metti nevndin, at tørvurin á summum sjáldsomum mineralum kann fimmfaldast fram til 2030.
Norðmenn hava verið frammaliga á økinum at kanna, hvørji mineral kunnu goyma seg á havbotninum.
Norska stjórnin sær ein stóran búskaparligan møguleika í at útvinna sjáldsom mineral av havsins botni, sum mett verður kunnu verða verd eina fýra-siffraða milliard-upphædd. Ætlanirnar í Norra vóru, at hesin vinnumøguleiki skuldi kannast nærri, men í desember 2025 avgjørdi norska stjórnin at steðga øllum ætlanum við djúphavsnámi fram til í minsta lagi 2029 vegna politiskt trýst og stúran fyri umhvørvisligu avleiðingunum av einari tílíkari vinnu.
























