Fimm broytingar á A-landsliðnum

Fimm broytingar á A-landsliðnum
Lars Olsen hevur framt fimm broytingar í føroyska hópinum til dystirnar móti Kasakhstan og Týsklandi, í mun til venjingardystin móti Íslandi fyrr í hesum mánaðinum
 
26.08.2013 - 08:39

Á tíðindafundi í FSF-húsinum leygarkvøldið, beint eftir at Víkingur hevði vunnið Løgmanssteypið, kunngjørdi Lars Olsen, landsliðsvenjari, nøvnini á teimum, ið eru úttiknir til HM-undankappingardystirnar móti Kasakhstan og Týsklandi.

Og í mun til dystin móti Íslandi fyrr í hesum mánaðinum, sum íslendingar vunnu 1-0, eru fimm broytingar framdar í føroyska hópinum. 

Leif Niclasen, Teitur Matras Gestsson, Karl Løkin, Kaj Leo í Bartalstovu og Arnbjørn Hansen, ið bleiv skaddur í steypafinaluni, eru ikki úttiknir hesaferð.

Kristian Joensen avloysir Teitur Matras Gestsson, sum ístaðin verður partur av U21-landsliðnum, Símun Samuelsen og Súni Olsen, ið vóru skaddir til dystin móti Íslandi, eru tøkir aftur, meðan Christian Lamhauge Holst og Ári Mohr Jónsson, ið báðir fingu fríð til dystin móti íslendingum, eru úttiknir til dystirnar móti Kasakhstan og Týsklandi.

Har afturat er Jóhan Troest Davidsen úr HB aftur partur av føroyska A-landsliðshópinum.

Føroyski hópurin:
Gunnar Nielsen, Motherwell (SCO)
Kristian Joensen, NSÍ Runavík
Hans Jørgensen, HB Tórshavn
Jónas Tór Næs, Valur (ICE)
Atli Gregersen, Víkingur
Rógvi Baldvinsson, Bryne BK (NOR)
Jóhan Troest Davidsen, HB Tórshavn
Erling Jacobsen, Víkingur
Viljormur Davidsen, Vejle Boldklub (DK)
Ári Mohr Jónsson, Silkeborg IF (DK)
Fróði Benjaminsen, HB Tórshavn
Súni Olsen, B36 Tórshavn
Heini Vatnsdal, HB Tórshavn
Hallur Hansson, AaB Ålborg (DK)
Christian R. Mouritsen, HB Tórshavn
Símun Samuelsen, HB Tórshavn
Pól Jóhannus Justinussen, NSÍ Runavík
Jóan Símun Edmundsson, Viking Stavangar (NOR)
Christian Lamhauge Holst, Silkeborg IF (DK)
Páll Klettskarð, KÍ Klaksvík

Pól Jóhannus Justinussen verður tó ikki við í Kasakhstan vegna leikbann. Har afturat kann verða, at broytingar verða gjørdar í hópinum undan dystinum móti Týsklandi. 

Fimm av føroysku leikarunum eru nevniliga í vanda fyri at verða leikbannaðir til stóru uppgávuna ímóti Týsklandi, um teir fáa gult kort í útidystinum móti Kasakhstan. Talan er um Fróða Benjaminsen, Jónas Tór Næs, Símun Samuelsen, Christian Lamhauge Holst og Heina Vatnsdal.

HM-undankappingardysturin í Kasakhstan verður spældur fríggjadagin 6. september, og fýra dagar seinni, týsdagin 10. september spæla Føroyar og Týskland á Tórsvølli.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta í Gøtu kirkju.
175298
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. mai
Andakt við Jógvani Zachariassen
175305
Mánadag 20. mai
Andakt við Derhardi Jógvansson
175303
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283