Leivur Persson í Vangamyndini

Leivur Persson í Vangamyndini
Formaðurin í Búskapar- og løgfrøðingafelagnum heldur røðu á Vaglinum í morgin. Felagið finst hvassliga at landsins stýri fyri ikki at lurta eftir ráðum og upplýsingum, sum embætisfólk leggja fyri politikararnar
Leivur Persson, formaður í BLF, verður gestur í Vangamyndini í kvøld
 
30.08.2013 - 15:10

Gesturin í Vangamyndini í Degi og Viku í kvøld er Leivur Persson, formaður í Búskapar- og løgfrøðingafelagnum. Hann verður teirra millum, sum skulu halda røðu á mótmælistiltakinum, sum skipað verður fyri á Vaglinum seinnapartin í morgin.

Búskapar- og løgfrøðingafelagið plagar ikki at vera í fremstu røð, tá mótmælast skal, men nú hevur felagið fingið nóg mikið, og finst hvassliga at landsins stýri fyri ikki at lurta eftir teimum ráðum og upplýsingum, ið embætisfólk sum serfrøðingar leggja fyri politikararnar at taka støðu út frá.

Men hvør er støðan hjá embætisfólki, sum bæði skulu hava ein sjálvstøðugan leiklut í almennu fyrisitingini og vera loyal yvir fyri tí politikara, sum hevur valdið og skal taka avgerðirnar?

Tað verður ein spurningur, Bogi Godtfred fer at seta Leivi Persson í Vangamyndini í Degi og Viku í kvøld kl. 19.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025