- Tíðindi, mentan og ítróttur
Granskingarstuðulin til Fróðskaparsetrið setti met í fjør
Granskingarstuðulin til Fróðskaparsetrið setti met í fjør
Talan er um fígging, sum granskarar sjálvir hava útvegað. Í fjør vóru 182 vísindastarvsfólk á Setrinum

Frá 2020 til 2025 blivu 68 prosent fleiri ph.d.-lesandi á Fróðskaparsetrinum.
20.10.2026 - 08:13
Fróðskaparsetrið hevur ongantíð áður fingið so nógvan stuðul til gransking sum í fjør.
Setrið fekk 29,3 milliónir krónur til gransking, 68 prosent meira enn í 2024.
Serliga stuðul uttan fyri Føroyar ber stóra vøksturin.
Men eisini stuðulin úr føroyskum grunnum og øðrum fíggingarkeldum er vaksin.
Talan er um fígging, sum granskarar sjálvir hava útvegað.
183 vísindastarvsfólk
Vísindastarvsfólk á Fróðskaparsetrinum vóru 183 í fjør.
Tey vóru 176 í 2024.
58 høvdu granskingarskyldu í fjør. Tey vóru 48 í 2024.
Frá 2020 til 2025 blivu 68 prosent fleiri ph.d.-lesandi á Fróðskaparsetrinum, skivar Setrið.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV

























