Ferðavinnufilmur skal selja Føroyar

Ferðavinnufilmur skal selja Føroyar
Útlendsk umboð fyri ferðavinnuna á Vestnorden Travel Mart í Nuuk, tóku væl ímóti nýggja brandinum, sum skal selja Føroyar sum ferðavinnuland.
Gurið Højgaard, stjóri í Ferðaráð Føroya og Magni Arge, stjóri í Atlantic Airways á Vestnorden Travel Mart í Nuuk.
 
23.09.2013 - 14:37

Nýggi ferðavinnufilmurin fekk gott skoðsmál á ferðavinnustevnuni, Vestnorden Travel Mart, sum var í Nuuk í Grønlandi.

Tað var stjórin í Ferðaráð Føroya, Gurið Højgaard, sum hevði framløgu fyri eini 100 ferðavinnuumboðum um Føroyar sum ferðamannaland, og samstundis varð filmurin vístur.

Stjórin fyri Ferðaráðið var nøgd við avrikið.

Eitt av umboðunum, sum Gurið Højgaard vísir til, er Alison Iles frá amerikansku ferðaskrivstovuni Backroads.

Føroyar vóru annars ikki fremst á breddanum, tá amerikanska ferðavinnuumboðið kom til Travel Mart í Nuuk.

Nú ætlar hon at selja Føroyar sum bólkaferð til amerikanarar, ið dáma væl at ferðast í náttúruni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037