Kommunubúskapurin syndrast

Kommunubúskapurin syndrast
Kommunusamskipan Føroya vil ikki góðtaka, at landið skal gjalda minni av rentustuðulinum, samstundis sum gjaldið hjá kommununum skal hækka
 
25.09.2013 - 14:32

Kommunurnar vilja ikki finna seg í, at tær alsamt skulu bera størri útreiðslur av rentustuðulinum.

Í skrivi til miðlarnar sigur Heðin Mortensen, formaður í Kommunusamskipan Føroya, at ágangurin hjá Fíggjarmálaráðnum mótvegis kommununum heldur fram.

Seinasta dømi um ágangin mótvegis kommununum, er uppskotið um broytingar í løgtingslógini um stuðul til rentuútreiðslur av lánum.

Uttan nakra sakliga grundgeving yvirhøvur, verða útreiðslurnar til stuðul til rentuútreiðslur líðandi gjørdar til eina kommunala uppgávu burturav .

Tá ið løgtingið í 1997 setti verandi skipan við stuðli til rentuútreiðslur í verk, var lutfallið av útreiðslum soleiðis, at av samlaða stuðlinum á 48 prosent skuldu landið rinda 33 prosent, ímeðan kommunurnar skuldu rinda 15 %.

Nú er ætlanin at broyta býtið, so landsins partur av útreiðslunum í 2018 eftir ætlan er lækkaður úr 33 niður í 14,5 prosent, samstundis sum kommununnar partur hækkar upp í 15,5 prosent.

Uttan nakra frágreiðing ella sakliga grundgeving yvirhøvur er ætlanin, at kommunurnar í 2018 skulu bera meira enn helmingin av útreiðslunum til rentustuðul. Ímeðan landskassin í hesum tíðarskeiðið hevur spart 10 tals milliónir árliga, eru útreiðslurnar hjá kommununum øktar.

Kommunalu búskapirnir sindrast

Kommunurnar hava í fleiri ár hava gjørt vart við sína ónøgd og víst á skeivleikarnar við býtinum í útreiðslunum, men tær hava ikki so mikið sum fingið eina grundgeving fyri hví skeiva gongdin skal halda fram.

Fíggjarmálaráðið kundi eins væl spart sær at sent uppskotið til hoyringar. Kommunusamskipan Føroya hevur øllum førum ongan áhuga í at verða eygleiðari í hoyringsprosessini hjá Fíggjarmálaráðnum.

Kommunali búskapurin syndrast. Broytingarnar í stuðlinum til rentuútreiðslur er bert eitt av mongum dømum seinastu árini, har landsins myndugleikar við primitivari og einfaldari kassahugsan, líðandi, men miðvíst syndra tann kommunala búskapin, sigur formaðurin í Kommunusamskipan Føroya, Heðin Mortensen, m.a. í almenna skrivinum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 7. desember
Møti: Evangeliskt møti úr Ebenezer
201158
Sunnudag 7. desember
Ættirnar syngja og suða
201159
Sunnudag 7. desember
Bolero
201153
Sunnudag 7. desember
Gudstænasta í Sandavágs kirkju
201151
Sunnudag 7. desember
Akademia:"Hvat er dygd?"
201072
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 7. desember
Jólakonsert í Ebenezer
201168
Sunnudag 7. desember
Møti úr Saron í Sandavági
201167
Sunnudag 7. desember
Andakt
201166
Leygardag 6. desember
Hondbóltur: Føroyar - Ísland
201142
Leygardag 6. desember
HM24: Spania - Týskland
201139