Breddin

Breddin - Tik Tok
02-03-2023
Tik Tok skal strikast av arbeiðstelefonini hjá almennum starvsfólkum

Almennir stovnar hava fingið boð frá KT-landsins, sum mælir til, at starvsfólk IKKI nýta TikkTokk á sínum arbeiðstelefonum.

Hesi boð koma í kjalarvørrinum av einum kjaki, sum hevur verið um appina TikkTokk um allan heim í seinastuni.

Í fleiri londum hava myndugleikarnir tikið stig til at avmarka nýtsluna av Tikk Tokk appini.

Fleiri stjórnir hava boðað frá, at almenn starvsfólk IKKI skulu nýta appina á arbeiðstelefonum.

Nýtslan av kinesiskari tøkni skal minka, tí myndugleikarnir stúra fyri trygdini, og óttast kinesiskt njósnaravirksemi, skrivar AP tíðindastovan.

Týsdagin kom danski stovnurin fyri trygd á netinum, Center for Cyber Sikkerhed, við sínum tilmæli:

Mælt varð til, at øll almenn starvfólk strikaðu TikkTokk á arbeiðstlefonum, teldlum og teldum.

Mikudagin komu so somu boð av Gjaldstovuni: KT-landsins mælir til, at almenn starvsfólk strika TikkTokk appina av arbeiðstelefonum sínum.

Tilmælið er grundað á fráboðan frá Center for Cyber Sikkerhed.

Í sendingini spyrja vit:
Hví skulu almennu Føroyar banna starvsfólkum sínum at hava TikkTokk appina á arbeiðstelefonini? Er vandi fyri kinesiskari njósning, tá vit nýta TikkTokk?
Hvat ER Tikk Tokk fyri ein miðil?
Hvør brúkar hann?Og ER TikkTokk appin ótryggari at brúka, enn aðrar appir, sum til dømis Facebook ella Instagram?

Lagt sendingina til rættis: Kári Mikkelsen, Elin Winther Poulsen og Tróndur Olsen, redaktørur.

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.
Løgtingið er í hesum døgum karmur um Ungdómstingið 2024, har fólkaræðið verður sett á breddan.
06-02-2024
Tað er ódámligt smikur tá løgmaður og landsstýrismaðurin í tilbúgving takkaðu fyri eftir ódnina mikudagin halda summi og stýra ríkmenn for nógv við gávum?
02-02-2024
Er valdsjavnvágin í heiminum við at broytast? Og hvussu hevur fólkaræðið í vesturheiminum tað? Tað er á Breddanum í dag.
01-02-2024
Lógin um burðadygga ferðavinnu fer at minka um inntøkugrundarlagið á smærru plássunum, heldur stjórin í Jarðum og talsmaður fyri hagapartarnar í Mykinesi
30-01-2024
Høgni Hoydal hevur í dag lagt fram uppskot um gongd í haga til hoyringar. Vit hyggja eisini uppá fíggjarpolitiskt regluverk - hvat er tað og skulu vit hava tað?
26-01-2024
Í sendingini verður ljós varpað á uppskotið frá Joe Biden, forseta, og António Guterres, ST-aðalskrivara, um eina loysn, har palestinar eisini fáa sítt egna land.
25-01-2024
Ein triðingur av matframleiðsluni í heiminum endar sum burturkast. Hvussu sleppa vit undan óneyðugum matoyðsli? Tað spyrja vit um í Breddanum í dag.
23-01-2024
Eygleiðari metir um fyrsta árið hjá samgonguni og løgmaður kemur á gátt í útvarpsstovuni
08-12-2023
Sambært frágreiðingini er føroyska PISA-úrslitið, serliga í støddfrøði, skelkandi
07-12-2023
Løgtingsins Umboðsmaður finst hvassliga at Heilsumálaráðnum í samband við viðgerð av innlitsumbøn
06-12-2023
Umboð úr Trivnaðarnevndini kjakast um hvat kann gerast
05-12-2023
Longu 1. september í ár hevði Kvinnuhúsið fingið eins nógvar áheitanir, sum komu alt árið í fjør
01-12-2023