Samgongan viðger tunnilsmálið seinnapartin

bannari
Samgongan viðger tunnilsmálið seinnapartin
Hóast frágreiðingin frá embætisfólkunum ikki er heilt liðug enn, verður hon løgd fyri samgonguna í dag
 
19.09.2013 - 09:53

Klokkan eitt fer samgongan á fund at viðgera fíggjarlógina fyri næsta ár og tunnilsmálið. Uppskotið hjá landsstýrinum um fíggjarlóg fyri 2014 skal vera liðugt og lagt fyri løgtingið fyri 1.oktober.

Mánadagin og týsdagin vóru landsstýrið og meirilutin í Fíggjarnevndini, nevndarlimirnir hjá samgonguni, á Hotel Vágum, har tey viðgjørdu fíggjarlógaruppskotið.

Frágreiðingin ikki liðug

Enn er frágreiðingin hjá embætisfólkum í fýra aðalráðum, Løgmansskrivstovuni, Vinnumálaráðnum, Innlendismálaráðnum og Fíggjarmálaráðnum og hjá Landsverki um møguleikarnar at gera Eysturoyartunnilin ikki heilt liðug.

Men hon skal leggjast fyri samgonguna á fundinum seinnapartin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040