Ferðaskrivstova av knóranum: Næmingar fáa einki endurgoldið

Ferðaskrivstova av knóranum: Næmingar fáa einki endurgoldið
HF-næmingar, sum skuldu til Turkalands, hava mist fleiri enn 50.000 kr., tí ferðaskrivstovan, sum seldi ferðaseðlarnar, er farin á húsagang
 
15.10.2013 - 08:22

Námsferðin, sum skuldi vera ein stuttlig ferð til Turkalands hjá 16 HF-næmingum, endaði við at gerast ein útreiðsla uttan nakra Turkalandsferð, tí ferðaskrivstovan Scanway Tyrkiet Eksperten fór av knóranum um vikuskiftið, HF-næmingarnir høvdu keypt ferðaseðilin frá hesi ferðaskrivstovuni.

HF-næmingarnir fáa hvørki upphæddina fyri flogseðilin ella gistingaruppihaldið í Turkalandi aftur. Teir hava mist oman fyri 50.000 krónur.

Ber til at tryggja seg

Tað ber til at tryggja teg, so tú ikki endar í eini støðu, har tú einki fær afturgoldið, um eitt flogfelag fer á heysin. Men tað krevur, at tú keypir eina pakkaferð, t.e. keypir ferðaseðil og hoteluppihald frá sama felag, tí tá tekur Rejsegarantifonden við, um ein óheppin støða tekur seg upp, sum tann hjá HF-næmingunum.

Føroyski HF-flokkurin fær einki afturgoldið, tí tey hava keypt ferðaseðil og hoteluppihald frá tveimum ymiskum veitarum.

Ferðatryggingar hjá føroysku tryggingarfeløgunum taka heldur ikki við, um eitt felag, sum selur ferðaseðlar, fer av knóranum. Ferðatryggingarnar taka við øllum øðrum, um sjúka rakar, mjørki darvar ella okkurt annað.

Til Póllands

Føroysku HF-næmingarnir hava verið í Keypmannahav síðani leygardagin, og fleiri hava tí eisini verið noydd at goldið fyri uppihald har. Ferðaseðil heimaftur til Føroya hava næmingarnir ikki fyrr enn 20. oktober, og tískil hava summir av HF næmingunum avgjørt at fara til Póllands.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. januar
EM-tíðindi 20. januar 2026
202961
Týsdag 20. januar
Breddin: Bara ein vaksin í húskinum
202959
Týsdag 20. januar
Morgunlestur týsdagur 20. januar 2026
202876
Mánadag 19. januar
Nýggjár á Gentuvesinum 2025
202924
Mánadag 19. januar
Við Tórði á stytstadagstúri
202923
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. januar
Veðrið
202926
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797