Kvinna heldur fram sum fiskimálaráðharri í Noregi

Kvinna heldur fram sum fiskimálaráðharri í Noregi
Alt bendir á, at Elisabeth Aspaker í Høyre tekur við eftir Lisbeth Berg-Hansen
Elisabeth Aspaker v erður triðja kvinnan í fiskimálaráðharrasessinum í Noregi seinastu árini
 
15.10.2013 - 09:15

Fiskimálaráðharrin í nýggju norsku stjórnini verður eisini kvinna. Sambært álitandi keldum hjá NRK, norska kringvarpinum, tekur Elisabeth Aspaker í Høyre við eftir Lisbeth Berg-Hansen. Elisabeth Aspaker er 51 ára gomul. Hon er úr Harstad í Troms í Norðurnorra. Hon er lærari og hevur verið talskvinna hjá Høyre í skúlamálum.

Tingkvinnan síðani 2005

Elisabeth Aspaker hevur verið í stórtinginum síðani 2005. Sjálv vil Elisabeth Aspaker ikki siga annað við NRK enn, at Erna Solberg, forkvinna í Høyre og komandi forsætisráðharrin, skal siga tað, sum sigast skal. Men í morgin, tá nýggja norska stjórnin verður kunngjørd, fært tú svarið, segði Elisabeth Aspaker við tíðindafólkið hjá NRK.

Virkin í skúlamálum

Elisabeth Aspaker hevur higartil ikki gjørt stórvegis vart við seg í fiskivinnupolitiska kjakinum í Norra. Men hon hevur verið virkin í skúlamálum. Tí væntaðu nógv, at hon bleiv ráðharri í skúlamálum. Verður Elisabeth Aspaker fiskimálaráðharri, er hon triðja kvinnan á rað í tí sessinum. Lisbeth Berg-Hansen hevur verið fiskimálaráðharrin síðani 2009, og frá 2005 til 2009 var Helga Pedersen ráðharri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655