Gerhard stendur einsamallur

Gerhard stendur einsamallur
Meirilutin í Suðuroyar Norðrara Jacnaðarfelag tekur undir við hinum sjey limafeløgunum hjá Javnaðarflokkinum, sum vilja hava hann úr flokkinum
 
01.11.2013 - 09:17

Meirilutin í Suðuroyar Norðara Javnaðarfelag tekur undir við hinum sjey limafeløgunum hjá Javnaðarflokkinum, sum vilja hava Gerhard Lognberg úr flokkinum.

Tað verður boðað frá á heimasíðuni hjá Javnaðarflokkinum.

Málið var fyri á nevndarfundi í Suðuroyar Norðara Javnaðarfleag mikukvøldið, men ivi var sáddur um, hvørt nevndin kundi taka so stórar avgerðir, tí nevndin varð ikki fullmannað, og aðalfundur hevur ikki verið.

Tó varð skjótt greitt, at meirilutin í nevndini tekur undir við hinum lokalfeløgunum um, at vit aftur fáa ein flokk, sum virkar sum ein eind, har sosialdemokratiska hugsjónin er í miðdeplinum.

At vit ikki valdu at standa undir uppskotinum, merkir ikki, at vit eru ósamd við hini limafeløgini, sum eru uppskotsstillarar, stendur í fráboðanini frá Suðuroyar Norðara Javnaðarfelag á heimasíðuni hjá Javnaðarflokkinum.

Sostatt draga javnaðarfelagið í norðaru helvt í Suðuroynni og Kristin Michelsen, løgtingsmaður, ikki eina línu í spurninginum um at koyra Gerhard Lognberg úr flokkinum.

Kristin Michelsen segði í gjár, at hann umhugsar støðu sína í Javnaðarflokkinum.

Floksleiðslan í Javnaðarflokkinum hevur fund í morgin um uppskotið frá limafeløgunum at koyra Gerhard Lognberg úr flokkinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Fríggjadag 6. november
RagnarRokk: Fernando Ribeiro um Far From God
215799
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890