Handlar: Renta og farmagjald hækka kostnaðarstigið

Handlar: Renta og farmagjald hækka kostnaðarstigið
Umboð fyri Vinnuhúsið og handlar hava greitt frá síni støðu í Vinnunevndini, sum hevur viðgjørt uppskot um at kanna kostnaðarstigið
 
27.11.2013 - 08:02

Fleiri orsøkir eru til,  at tað er væl dýrari at liva í Føroyum, enn í eitt nú Danmark.

Tað er sera kostnaðarmikið at lána pening úr bankunum,

- rentan er sera høg,

- farmagjaldið til Føroya ov stórt,

- el-prísirnir eru sera høgir,

- oljan alt ov dýr,

- og almennu vøruavgjøldini saman við MVG fara við størsta partinum av umsetninginum.

Hevði samlaði kostnaðurin, - bæði privati parturin, so sum

- lægri renta,

- bíligari farmagjald,

- lægri el- og oljuprísir v.m. - saman við lægri almennum vøruavgjøldum og mvg, verið lækkaður, so hevði myndin verið øðrvísi og húsarhaldsvørurnar bíligari.

Tað siga umboð fyri Vinnuhúsið, FK-handlarnar, P.E. Kolonial og SMS, sum Vinnunevndin hevur tosað við, tá uppskotið um at gera eina kanning av prísstignum varð til umrøðu í nevndini.

Umboðini fyri handlarnar førdu fram, at kostnaðarstigið í Føroyum er høgt, men at úrslitið hjá teimum er lágt samanborið við umsetningin, og kemur hetta av, at umstøðurnar kring vinnuna ikki eru nøktandi.

Eingin meining at kanna

Meirilutin í Vinnunevndini heldur ONGA meining vera í at gera slíka kanning, tí tað, sum er neyðugt at gera, er, at landsstýrismaðurin SAMAN VIÐ vinnuni virkar fyri at fremja neyðugar broytingar, sum fara at hava við sær lægri kostnað og økta kapping. Tað fer at hava við sær, at kostnaðarstigið í Føroyum lækkar. Nevndin hevur fingið upplýst, at samgongan fer at arbeiða fyri tí.

Mælt verður samstundis til, at Kappingareftirlitið verður styrkt, so tað fær hert sítt eftirlit, serliga har monopol, duopol ella fáir veitarar gera seg galdandi.

Ein minniluti í Vinnunevndini, Kári P. Højgaard, tekur heldur ikki undir við at gera kanningina.

Tað vóru Rigmor Dam og Bjørt Samuelsen sum løgdu uppskotið fram, og tí taka andstøðuumboðini í Vinnunevndini undir at kanna prísstigið

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 16. mars
Norðurljóð 16.mars 2026
205382
Mánadag 16. mars
RagnarRokk: Chase Wilson um Endless
205697
Mánadag 16. mars
Fótbóltsprát
205696
Mánadag 16. mars
Andgletturin
205678
Mánadag 16. mars
Góðan morgun Føroyar
205668
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 16. mars
Veðrið
205709
Mánadag 16. mars
Framsókn í heita stólinum (1:7)
205698
Mánadag 16. mars
Andgletturin - Javnaðarflokkurin
205676