- Tíðindi, mentan og ítróttur
Londini í ríkisfelagsskapinum fáa formansskapin í Norðurlandaráðnum

Føroyar, Grønland og Danmark fáa formansskapin í Norðurlandaráðnum.
Á nýggjárinum taka Føroyar, Grønland og Danmark við formansskapinum í Norðurlandaráðnum.
Tað upplýsir danska fólkatingið.
Hetta verður fyrstu ferð, at londini í ríkisfelagsskapinum hava formansskapin saman.
Lars-Christian Brask. (Mynd: Altinget)
Lars-Christian Brask, sum er fólkatingsmaður fyri Liberal Alliance og formaður í donsku sendinevndini í Norðurlandaráðnum, verður nýggjur forseti í ráðnum.
Sunnvá Dahl Høgfeldt, sum saman við Bjørg Brynhildardóttur Egholm, umboðar løgtingið í Norðurlandaráðnum, er vald sum varaforseti í ráðnum.
Hon sat í forsetasessinum á fundinum í Helsinki í dag i sambandi við, at sitandi og nýggi formansskapurin býta uppgávuna millum sín.
Finnland hevur formansskapin í ár, men letur hann frá sær á nýggjárinum.
Føroyar hava formansskapin í ungdómsráðnum hjá Norðurlandaráðnum næsta ár. Jóhannis Erlendsson, vinstrumegin, verður formaður. Her av hann avmyndaður saman við Kristinu Háfoss, stjóra í Norðurlandaráðnum, og Sunnvá Dahl Høgfeldt, sum verður varaforseti í Norðurlandaráðnum næsta ár. (Mynd: Kristina Háfoss á Facebook)




























