Avlurtingarpakkin verður jólatrøll

Avlurtingarpakkin verður jólatrøll
Rættarnevndin hevur ikki fund aftur um málið fyrr enn eftir nýggjár
 
16.12.2013 - 15:11

Nú er greitt, at avlurtingarpakkin verður ikki avgreiddur í løgtinginum fyri jól. Rættarnevndin hevur avlurtingarpakkan til viðgerðar, og hon skal hava fund aftur um broytingarnar í rættargangslógini eftir nýggjár, tann 8. januar.

Umboð fyri fleiri stovnar og fakfólk eru boðsend á fund í Rættarnevndini, m.a. advokatar, sorinskrivarin og Dátueftirlitið. Eisini er landsstýrismaðurin í  vinnumálum, Johan Dahl, biðin um at møta á fundi í Rættarnevndini um avlurtingina.

Fjarskiftislógin broytast

Johan Dahl umsitur fjarskiftislóggávuna, sum skal broytast í sambandi við heimildirnar, ið løgreglan eftir ætlan skal fáa við avlurtingarpakkanum.  Fjarskiftislógin skal áleggja telefyritøkunum at geva løgregluni tær dátur, sum løgreglan fær heimild til, um rættargangslógin verður broytt.

Avlurtingarpakkin er aftur á skránni í Rættarnevndini síðst í januar, og tað merkir, at danska løgmálaráðið ikki kann leggja lógaruppskotið fyri Fólkatingið í januar, sum ætlanin annars hevur verið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820