Ódnin elvdi 70 skaðar á landsvegunum

Ódnin elvdi 70 skaðar á landsvegunum
Flestu skaðarnir vóru í Norðoyggjum og Eysturoynni
 
18.12.2013 - 15:34

Ódnin sunnudagin elvdi til nógvar skaðar á landsvegakervinum, hóast teir flestu eru smáir. Í flestu førum fingu skelti skaða, men eisini nøkur busskýlir brotnaðu, eins og bilverjur fóru um koll. Serliga var tað í norðara og eystara partinum av landinum, at vindmegin var mest, og hetta sæst eisini aftur á yvirlitinum yvir skaðar, sum eru staðfestir á landsvegakervinum.

Í Norðurøkinum hjá Landsverki, ið fevnir um Norðoyggjar og Eysturoy, eru einir 50 av teimum umleið 70 skaðunum staðfestir. Nógv teir flestu skaðarnir eru á skelti, men í nøkrum førum er talan um brotnaði busskýli, eins og onkrar bilverjur og garðar máttu lúta undir nógva vindinum.

Bøta skaðarnar

Hinir skaðarnir eru í høvuðsheitum hendir á landsvegakervinum í Streymoynni í Vágum, meðan vegakervið í Sandoy og Suðuroy so at siga er sloppið snikkaleyst.

- Fólk frá stovninum arbeiða við at bøta skaðarnar, men tað gongur ein tíð, til allir skaðarnir eru bøttir, sigur Árni Jacobsen, økisleiðari í Norðurøkinum hjá Landsverki, sum er tað økið, ið er harðast rakt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650