Hanus Hansen gevst í Grønlandi

Hanus Hansen gevst í Grønlandi
- Vit hava mist nógvan pening í Grønlandi, og fíggjarliga eru vit undir trýsti í Føroyum, sigur Hanus Hansen
 
07.01.2014 - 08:03

Hanus Hansen hevur lagt frá sær sum nevndarformaður í grønlendsku feløgunum Arctic Prime Productions og Arctic Prime Coastal.

Tað skrivar Sermitsiaq.

Eftir sjey ár í Grønlandi eru partabrøvini seld íslendskari familjufyritøku, har Gudmundur Kristjansson í Reykjavík er nevndarformaður.

Sermitsiaq skrivar, at hvørgin parturin vil upplýsa sølukostnaðin, men Hanus Hansen staðfestir kortini, at upphæddin samsvarar við tað, sum føroyingar hava sett í feløgini.

Mist nógvan pening

- Vit hava mist nógvar pengar í Grønlandi, og fíggjarliga eru vit undir trýsti í Føroyum. Tí tóku vit av tilboðnum úr Íslandi, sigur hann við blaðið.

Arctic Prime Production rekur trý virki, tey eru í Qaqortoq, Nanortalik og Kuummiut, meðan dótturfeløgini hava tveir stórar trolarar og reka fleiri minni fiskifør.

 

 

Hallið í 2012 var 13,7 milliónir krónur. Tilsamans høvdu feløgini ein negativan eginkapital upp á 17,5 milliónir krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. januar
RagnarRokk 15.januar 2026
201519
Hósdag 15. januar
RagnarRokk: Robby Thomas Walsh um Banned
201515
Hósdag 15. januar
EM 26 tíðindi - 15 jan 2026
202745
Hósdag 15. januar
Nýtt ljóð
202744
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610
Týsdag 13. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
202571