Ferðsluvanlukka á Argjum kravt eitt mannalív

Ferðsluvanlukka á Argjum kravt eitt mannalív
Ein 17 ára gomul genta lat í nátt lív í ferðsluvanlukku á Argjum. Tríggir mans eru innlagdir á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluvanlukkuna
Ein 17 ára gomul genta lat í nátt lív í ferðsluvanlukku og tríggir mans vórðu fluttir á Landssjúkrahúsið, tá ein bilur fór oman av vegnum við Sandágøtu á Argjum (frámerkt á kortinum)
Mynd: Google Maps/KvF  
 
11.01.2014 - 07:03

Klokkan 3:16 í nátt fekk alarmsentralurin fráboðan um eina ferðsluvanlukku á Støðlagøtu á Argjum. Ein bilur við fýra ungum fólkum koyrdi eftir Traðargøta oman móti Støðlagøtu.

Bilurin fór oman av vegnum við Sandágøtu (frámerkt á kortinum) og endaði niðri á Støðlagøtu. Ein 17 ára gomul genta, sum var í bilinum, doyði á staðnum.

SÍ EISINI Ferðsluvanlukkan: Avhoyringar í dag

Tríggir ungir mans eru fluttir á Landssjúkrahúsið til kanningar. Teir tríggir hava helst ikki fingið álvarsligan skaða, verður upplýst á politistøðini í Havn.

Politiið kannar nú orsøkina til ferðsluvanlukkuna á Argjum í nátt. Tey avvarðandi eru kunnað um ferðsluvanlukkuna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961