Samráðast aftur um uppsjóvarfisk í vikuni

Samráðast aftur um uppsjóvarfisk í vikuni
Síðani 2009 hava verið 20 samráðingarumfør um makrelin
 
13.01.2014 - 08:06

Samráðingarnar um kvoturnar av uppsjóvarfiski verða nú tiknar upp aftur. 

Mikudagin, hósdagin og fríggjadagin verður enn eitt umfar í makrelsamráðingunum í London, og í næstu viku hittast londini aftur at tosa um svartkjaft og sild. Tær samráðingarnar verða frá 22. til 24. januar. 

Samráðingarnar millum ES og Noreg um sínamillum fiskiveiðiavtaluna fyri 2014 eru heldur ikki lidnar. Tær verða tiknar upp aftur í Bergen tann 27. januar.  Samráðingar skuldu upprunaliga verða í desember, men ES vildi hava tær útsettar, meðan roynt verður at fáa eina semju um býti av makrelkvotuni. 

Av tí at eingin avtala er millum ES og Noreg, sleppa norsk skip ikki í ES sjógv at fiska svartkjaft, og tey sleppa heldur ikki í føroyskan sjógv. 

20 umfør

Felagið Nótaskip skrivar á heimasíðu sínari, at eini 20 samráðingarumfør hava verið higartil um makrelin, síðan Føroyar í 2009 boðaðu frá, at vit ikki vildu gera eina avtalu fyri 2010 uttan so, at Føroyar fingu størri part av heildarkvotuni. 

Viðvíkjandi norðhavssildini hava londini samtykt at seta ein serfrøðingabólk, sum skal savna alt tilfar um sildina og leggja fram eina frágreiðing í seinasta lagi 1. september í ár. Henda frágreiðing skal verða eitt felags grundarlag fyri tingingum um eitt nýtt býti av norðhavssildini frá 2015. 

Í ár er støðan viðvíkjandi norðhavssildini tann sama, sum hon var í fjør. Noreg, Russland, Ísland og ES vilja halda fast við býtislykilin frá 2007, sum gevur Føroyum góð 5%. Hetta góðtaka Føroyar ikki, men mæla í staðin til, at eitt serstakt býti verður avtalað bara fyri 2014. Viðvíkjandi svartkjaftinum er ikki ósemja um býtið, men um hvussu stór kvotan skal verða. 

Kunnu fiska 1,5 mió. tons

Eftir umsitingarætlanini fyri svartkjaftin verður heildarkvotan í 2014 849.000 tons. Men ICES sigur, at veiðan kann fara heilt upp á 1,5 mió. tons, og stovnurin verður framvegis burðardygt umsitin, stendur at lesa á heimasíðuni hjá felagnum Nótaskip. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. juli
Oyggjar undir trýsti – 4. sending
210596
Mánadag 27. juli
Poppverturin 9
208463
Mánadag 27. juli
RagnarRokk: J. Asgaard um Hævnen
209128
Sunnudag 26. juli
Søgan um Johnny Cash 4. partur
211306
Sunnudag 26. juli
Tónleikur í 13 øldir (4:10)
210348
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098