Stakk við knívi: Fólk úr Danmark at kanna málið

Stakk við knívi: Fólk úr Danmark at kanna málið
Maðurin, sum er skuldsettur fyri at hava stungið, var ikki í rættinum, tí hann er so illa fyri sálarliga
 
13.01.2014 - 15:12

Løgreglan í Føroyum hevur sent boð eftir tveimum tøkningum úr Danmark at kanna gerningsstaðið, har ein 47 ára gamal maður varð stungin leygarkvøldið í einum íbúðarbygningi í vesturbýnum í Havn. 

Ein 52 ára gamal maður var á vitjan í íbúðini hjá einum 47 ára gomlum manni. Teir fóru til hendurs, og 47 ára gamli maðurin stakk hin fýra ferðir í búkin og eina ferð í lærið.

Maðurin, sum varð stungin, megnaði sjálvur at koyra á skaðastovuna á Landssjúkrahúsinum at fáa hjálp. Læknar meldaðu síðani tilburðin til løgregluna. Stutt eftir varð 47 ára gamli maðurin handtikin í íbúð síni.

Var ikki staddur í rættinum 

Grundlógaravhoyring var seinnapartin í gjár, men 47 ára gamli var so mikið illa fyri sálarliga, at hann var ikki staddur í rættinum. Hann er lagdur inn á psykiatrisku deild. 

Grundlógaravhoyring verður aftur, tá læknar meta, at maðurin er so mikið frægur, at hann kann møta í rættinum. 

Sambært Bergleivi Brimvík, leiðara á kriminaldeildini, brúkti maðurin ein stóran køksknív at stinga við. Talan er ikki um gamlar kenningar hjá løgregluni, sigur Bergleif Brimvík.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290