Pedagogarnir og arbeiðsgevararnir eru samdir

Pedagogarnir og arbeiðsgevararnir eru samdir
Fyrsta árið hækka mánaðarlønirnar 0.9 prosent, álitisfólkaskipanin verður óbroytt og einki kemur í sáttmálan um sálarligt arbeiðsumhvørvi
Um 20-tíðina í kvøld skrivaðu Pedagogfelagið og almennu arbeiðsgevararnir undir sáttmála

15.01.2014 - 21:47

Stutt um sáttmálan

Høvuðsbroytingarnar er:

1. oktober 2013 hækka mánaðarlønirnar við 190 krónum og 0,9 prosentum.

1. oktober 2014 hækka mánaðarlønirnar við 1,9 prosentum

1. oktober 2013 verða gjøldini fyri ólagaliga arbeiðstíð roknað sum fastir prosentpartar av tímalønini á 11. lønarstigi: kvøld 18 prosent, nátt 22 prosent, leygardag 25 prosent.

Avtala er eisini gjørd um fráboðan um arbeiðssteðg. Fráboðanin skal vera skrivlig og latin mótpartinum í seinasta lagi 48 tímar undan arbeiðssteðginum. Fráboðanarskyldan umfatar eisini samhugaverkfall.

Forkvinnan ikki nøgd

Loysnin, sum ongin tó var serliga fegin um, var einføld: Arbeiðsgevararnir sleptu kravinum um at broyta álitisfólkaskipanina, og so datt mótkravið hjá Pedagogfelagnum um ásetingina um sálarligt arbeiðsumhvørvi eisini burtur.

Tá teir tríggir sáttmálapartarnir høvdu skrivað undir í kvøld, vóru teir samdir um, at langi dysturin var endaður við javnleiki.

Maud Wang Hansen, forkvinna í Pedagogfelagnum, sigur í stuttari viðmerking, at hvørgin parturin er nøgdur við sáttmálan.

- Vit vildu ynskt, at politiska skipanin vildi veruligar broytingar á økinum, og tað vildi hon, men tað skuldi ikki kosta eina krónu.

Drúgvar samráðingar

Samráðingarnar um nýggjar sáttmálar og tænastumannaavtaluna hava vart í hálvan fimta mánaða.Fyrsti samráðingarfundurin hjá Føroya Pedagogfelag við lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum og KAF var 28. august.

Sáttmálarnir fóru úr gildi 1. oktober. 4. desember varð Semingsstovnurin boðsendur, men um kvøldið 19. desember góvu semingsmenninir skarvin yvir.

Síðani hevur onki samband verið millum partarnar, fyrr enn Pedagogfelagið bað um fundin, sum var í dag, og sum altso endaði við semju.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558