Sálarfrøðingar skulu løggildast

Sálarfrøðingar skulu løggildast
Í lógini eru neyvar reglur um autorisatión, løggilding, av sálarfrøðingum
Lagt er upp fyri í lógini, at ein føroysk útbúgving í sálarfrøði kemur einaferð
 
24.01.2014 - 08:59

Danska lógin frá 1993 um sálarfrøðingar kemur nú í gildi í Føroyum.

Heilsumálaráðið hevur sent uppskot um at seta "lov om psykologer" í gildi fyri Føroyar. Í lógini eru neyvar reglur um autorisatión, løggilding, av sálarfrøðingum

Løgtingið hevur samtykt lógina um løggilding av øðrum heilsustarvsfólki, men har eru sálarfrøðingarnir ikki við. Ein onnur lóg er galdandi fyri sálarfrøðingar.

Útbúgva sálarfrøðingar í Føroyum

Danska lógin er nú lagað til føroysk viðurskifti, og landsstýrismaðurin í heilsumálum fer nú í vár at biðja løgtingið samtykkja hana.

Sambært lógaruppskotinum kunnu sálarfrøðingar, sum hava føroyska útbúgving, eisini fáa løggilding eftir lógini.

Lagt er upp fyri í lógini, at ein føroysk útbúgving í sálarfrøði kemur einaferð.

Undir eftirliti

Sambært lógini koma sálarfrøðingar undir eftirlit hjá Psykolognævnet.

Men kærur um sálarfrøðingar í heilsuverkinum verða beindar til Sundhedsvæsenets disciplinærnævn.

Heilsumálaráðið hevur lagt lógaruppskotið um at seta donsku lógina í gildi í Føroyum á heimasíðuna. Hoyringarfreistin er til 3. februar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425