Stýriskipanin til viðgerðar í Løgtinginum

Stýriskipanin til viðgerðar í Løgtinginum
Uppskot um almenn samráð í nevndunum hjá løgtinginum er nú komið í tingið. Tjóðveldi hevur trý uppskot um broytingar í stýriskipanarlógini frá 1994
Tjóðveldi vil hava Løgtingið at viðgera trý uppskot um broytingar í stýriskipanarlógini frá 1994
Mynd: KvF  
 
31.01.2014 - 08:34

Tað er ikki á hvørjum degi, at sjálv stýriskipanin er til viðgerðar í løgtinginum. Men tað verður hon mikudagin 12. februar.

Tjóðveldi vil geva løgtingsnevndunum fleiri heimildir, millum annað møguleikan at hava almennar hoyringar og samráð og vanligar fundir fyri opnum hurðum.

Tjóðveldi hevur trý uppskot um broytingar í stýriskipanarlógini frá 1994. Uppskotini eru um fólkaatkvøðu, -nýtt løgmansval eftir hvørt løgtingsval, - almennar nevndarhoyringar ella samráð - og um alment innlit.

Uppskotið um fólkaatkvøðu skal tryggja minnilutaverju, so ein triðingur av løgtingslimunum kann fáa lógaruppskot, sum løgtingð annars hevur samtykt, til fólkaatkvøðu.

Tjóðveldi vil eisini gera tað lættari at sleppa av við løgmann og landsstýrið. Flokkurin vil hava í stýriskipanina, at í somu løtu, val er útskrivað, leggja løgmaður og alt landsstýrið frá sær. Og eftir hvørt val skal løgtingið velja løgmann.

Málið um Skálafjarðartunnilin ger, at Tjóðveldi vil hava strangari reglur um alment innlit. Flokkurin vil, at undantøk frá almennum innliti ikki kunnu ásetast í serstakari lóg, eins og gjørt var í lógini um Skálafjarðartunnilin.

Undantøk eiga at vera nevnd í lógini um innlit ella lógini um serstaka tagnarskyldu. Ein vanlig løgtingslóg eigur ikki at kunna forða fyri ella fullkomiliga avmarka rættin til alment innlit, heldur Tjóðveldi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891