ILA sjúkan aftur í Føroyum

ILA sjúkan aftur í Føroyum
Fiskasjúkuvirusið er staðfest í einum alibrúki hjá Bakkafrosti við Selatrað
 
10.02.2014 - 08:32

Fiskasjúkuvirusið ILA er nú aftur í Føroyum.

Í nátt kunngjørdi Birna Mørkøre, landsdjóralækni, at fyri fyrstu ferð síðani 2005 er sjúkuelvandi ILA staðfest í føroyskum alibrúki.

Í vanligum eftirliti er ILA staðfest í alibrúkinum hjá Bakkafrosti við Selatrað. Tó eru eingi tekin um, at sjúkan er brotin út, sigur landsdjóralæknin.

Bakkafrost boðar frá, at longu fyri góðari viku síðani varð farið undir at taka laksin við Selatrað. Eisini laksurin, sum er við Kolbanargjógv og Veðranes, verður tikin.

Birna Mørkøre sigur, at ávísing av ILA virusi eigur at verða tikin í størsta álvara.

Sannlíkt er tó, at ILA virusið á Selatrað er funnið rættiliga tíðliga í tilgongdini. Eingi sjúkueyðkenni eru at síggja hjá fiskinum.

Harafturat eru aliøkini við Selatrað og har á leiðini nýliga kannað uttan at ILA virus varð staðfest.

Hetta og góðar mannagongdir í sambandi við sjúkufyribyrgjandi rakstur geva góðar vónir um, at hetta virus, sum nú er funnið, kann niðurberjast, áðrenn tað breiðir seg víðari, sigur Birna Mørkøre.

Útflutningurin av laksi verður ikki tarnaður.

Altjóða reglur áseta, at fiskur, sum er kruvdur og ikki hevur sjúkutekin, frítt kann fara á allar marknaðir, hóast hann kemur frá alibrúki, har ILA er ávíst.

ILA virus smittar bara laks og ávís onnur fiskasløg. Tað hevur onga ávirkan á fólkaheilsuna, sigur landsdjóralæknin.

Í gjárkvøldið boðaði Bakkafrost frá, at illgruni var um sjúkuelvandi ILA virus í alibrúkinum við Selatrað.

Bakkafrost segði eisini, at endaligt úrslit av tiknu sýnunum kemur um nakrar vikur.

Nakrar tímar seinni boðaði landsdjóralæknin so frá, at ILA er staðfest við Selatrað.

Fyri tíggju árum síðani mundi ILA gjørt av við alla alivinnuna í Føroyum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Mikudag 14. oktober
Heilsuhornið
214742
Mikudag 14. oktober
Mono (1:4)
214735
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595