Útoyggjafelagið vil hava Hest upp í tunnilin

Útoyggjafelagið vil hava Hest upp í tunnilin
Møguleikin fyri føstum sambandi snýr seg um framtíðina hjá bygdini í Hesti
 
27.02.2014 - 13:28

Møguleikin fyri, at Hestur fær fast samband er her og nú - og hann kemur ikki aftur.

So avgjørd er nevndin í Útoyggjafelagnum í skrivi, har hon inniliga heitir á allar løgtingslimir um at tryggja, at Hestur verður knýtt upp í tunnilin um Skopunarfjørð. 

Í skrivinum vísa tey á, at møguleikin fyri føstum sambandi er ein spurningur um einki minni enn framtíðina hjá bygdini í Hesti.

Á vegamóti

Hestur stendur á einum vegamóti, har framtíðin er treytað av, at sambandið til oynna bøtist munandi. Nú talan er um tunnil, er tað tí sjálvsagt, at Hestur gerst partur av hesari ætlan, verður sagt í skrivinum. Sambært Útoyggjafelagnum er linjuføringin, sum gongur um Hest, heldur ikki fíggjarliga uttan fyri rímiligt mark, tá hugsað verður kostnaðin av samlaðu ætlanini, og samanborið verður við raksturin av einari sjóvegis farleið. 

Eisini vísir felagið á, at sambært kostnyttu-kanningunum hjá Landsverki av farleiðini undir Skopunarfjørð, so loysir ætlanin seg ikki fíggjarliga, sama um Hestur verður tikin við ella ikki, tí ferðslan er so avmarkað á leiðini.

- Hetta vísir, at tað í ætlanini, sum nú fyriliggur, er ásannað, at tað ikki eru fíggjarlig, men samfelagslig atlit, ið liggja sum grund fyri at gera tunnilin undir Skopunarfjørð, sigur nevndin í Útoyggjafelagnum. 

Væl búsett

Í so máta er tað harvið eisini ein vinningur fyri føroyska samfelagið at velja linjuføringina um Hest. Tí við einum góðum ferðasambandi, verður oyggin væl búsett, og møguleikarnir í oynni fyri vinnu, serstakliga  ferðavinnu, eru stórir. 

Tí vónar felagið, at  henda stóra og mennandi verkætlan verður fullborin, og tað er hon bert um Hestur er við, sigur Útoyggjafelagið í skrivinum til løgtingið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 18. mars
Valkøn 18. mars
205846
Mikudag 18. mars
Fyrsta val 18. mars 2026
205820
Mikudag 18. mars
Fyrireiking er lykilin
205812
Mikudag 18. mars
Andgletturin
205811
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 18. mars
APO00157 - teknmálstulkað
205845
Mikudag 18. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205826
Mikudag 18. mars
Andgletturin - Miðflokkurin
205810
Mikudag 18. mars
Sjálvstýri í heita stólinum (4:7)
205808