Bíligari og smidligari landsfyrisiting

Bíligari og smidligari landsfyrisiting
Landsstýrið fær í vikuni ella fyrst í komandi viku eitt boð uppá, hvussu landsfyrisitingin í framtíðini skal skipast bíligari og betri.
 
04.03.2014 - 09:10

Arbeiðsbólkurin, sum seinastu tíðina hevur arbeitt við uppgávuni, handar fyrsta dagin fyrst landsstýrinum og síðani floksformonnunum frágreiðingina  

Bygnaðurin í landsfyrisitingini hevur verið umrøddur javnan, síðani hann eftir búskaparliga skrædlið tíðliga í 90-árunum varð settur í verk í 1996 undir leiðslu av danska embætismanninum, Finn Norman Christensen. 

Men atfinningar hava javnan verið frammi um, hvørt miðfyrisitingin virkar nóg væl, og spurnartekn verður tíðum sett við, hvørt verandi bygnaður egnar seg til Føroyar og føroysk viðurskifti.

Ymisku aðalráðini eru komin og farin, seinast í summar, tá Innlendismálaráðið varð niðurlagt og ymisku starvsfólkini og málsøkini vóru býtt út á hini aðalráðini. 

Arbeiðssetningurin er, at landið skal spara fimm milliónir krónur í 2015 og 10 milliónir krónur í 2016 og árini frameftir. Tosað hevur verið um at savna alla landsfyrisitingina undir einum taki og at umskipa bygnaðin við aðalráðum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 9. august
Tónleikur í 13 øldir (6:10)
210350
Sunnudag 9. august
Guðstænasta í Sjóvar kirkju
211691
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558