Grøn orka á breddan í Norðurlandahúsinum

Grøn orka á breddan í Norðurlandahúsinum
Varandi orka og alheims upphitingin eru á skránni, nú Orkustevnan 2014 byrjar í Norðurlendahúsinum fyrrapartin.
 
06.03.2014 - 08:41

Endamálið við stevnuni er at lýsa, hvørjari støðu Føroyar eru í, tá tað kemur til orku og umhvørvi - og hvønn veg tað gongur. Hvørjir møguleikar ella forðingar eru hjá vinnuni og landinum at virka eftir? Er núverandi orku og umhvørvispolitikkur ein forðing ella møguleiki fyri land og vinnu? Og klára vit at umsita og lúka altjóða krøv? eru nakrir av spurningunum, sum verða settir.  

Fleiri fyrilestrar verða, millum annað um hvussu tað gongst við varandi orku, um sjóvarfalsorku, avbjóðingar í føroysku el-skipanini og um hvussu er statt við globalu upphitingini.

Ráðstevnan endar við einum orðaskifti um orku og umhvørvi.Tað eru Jarðfeingi, SEV, Fróðskaparsetur Føroya og Umhvørvisstovan, sum skipa fyri.

Orkusráðstevnan byrjaði klokkan 9 fyrrapartin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. august
Tónleikur í 13 øldir (5:10)
210349
Sunnudag 2. august
Guðstænasta úr Eiðis kirkju
211484
Sunnudag 2. august
Møti úr Elim
211469
Leygardag 1. august
Radio Stjernekilde - Partur 11
209138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375