Krim er nú formliga innlimað í Russland

Krim er nú formliga innlimað í Russland
Parlamentið á Krim hálvoynni gjørdi í gjár av at lata seg innlima í Russland og at halda fólkaatkvøðu um at binda saman við Russlandi.
 
07.03.2014 - 10:00

Innlimanin hevur fingið fyrrverandi forsætisráðharran í Ukraina, Juliu Timosjenko, at rópa varskó. Hon heitir á heimsins leiðarar at gera nakað við støðuna nú. 

- Um vit loyva, at Russland 16. mars heldur fólkaatkvøðu um innliman í Russland undir hóttanum um valdsnýtslu, missa vit Ukraina og støðufestið í restini av heiminum, sigur Timosjenko sambært Reuters. Hon vil vera við, at tað eru russar, sum skipa fyri hesi fólkaatkvøðuni. 

Allir leiðararnir í ES-londunum vóru á drúgvum fundi í Brússel í gjár. Á fundinum tóku leiðararnir avgerð um, at ES gevst við samráðingunum við Russland um at slaka upp á innferðarloyvi ella visum og um eina nýggja fíggjarliga avtalu, sum hevur fingið heitið, The New Agreement. Tann nýggja avtalan.
Sum skilst er eisini semja millum ES londini um at herða tiltøkini, um russar sýta fyri at seta seg við samráðingarborðið fyri at finna eina friðarliga loysn saman við UkrA Ina.  

- Um Ukraina ikki fær stuðul rættstundis, so er trupult at spáa um avleiðingarnar av, at ongin ger nakað, sigur Timosjenko. Hon heldur, at UkrA Ina er ov veikt til einsamalt at fara upp ímóti Russlandi, men hon útilokar ikki, at tey fara at nýta hermegi. 

Julia Timosjenko hevur verið forsætisráðharri tvær ferðir áður, og hon er ein av favorittunum til at gerast næsti forseti í Ukraina. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. desember
Men tað hendi...
201510
Mikudag 24. desember
Jólaheilsanir 2025
201955
Mikudag 24. desember
Morgunlestur mikudagur 24.desember 2025
201877
Týsdag 23. desember
Jól á Quiztinum 2025
201760
Týsdag 23. desember
Eitt korter við kórsangi
201893
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. desember
Margreta
201861
Hósdag 25. desember
Jól við Løkin 2025 (1:2)
201869
Hósdag 25. desember
Jól við Løkin 2025 (2:2)
201872
Týsdag 23. desember
Veðrið
201933
Týsdag 23. desember
Palli Halaleysi
201935