Finn Danberg nýggjur formaður í Nýskipanarnevndini

Finn Danberg nýggjur formaður í Nýskipanarnevndini
Hini nýggi limurin í nevndini er Suni Justinussen, forstjóri í Magn
Finn Danberg er nýggjur formaður í Nýskipanarnevndini.
 
01.09.2026 - 15:20

Beinir Johannesen, løgmaður,  hevur valt tveir nýggjar limir í Nýskipanarnevndina. Teir eru Finn Danberg og Suni Justinussen.

Nýggjur formaður í nevndini er Finn Danberg.

Finn Danberg er í dag stjóri í P/F Lyfta. Hann er útbúgvin cand. merc.aud., og hevur starvast sum fíggjarleiðari á Landssjúkrahúsinum, Arbeiðsloysisskipanini, Eik og Nema. Seinni fekk hann útbúgving sum maskinmeistari, og hevur siglt hjá Mærsk og við grønlendskum havrannsóknarskipi.

– Eg havi tikið av hesum møguleikanum, tí tað er ein fakliga avbjóðandi og áhugaverd uppgáva at vera við til at loysa. Nevndin hevur eina góða samanseting av royndum og førleikum. Okkara størsta uppgáva verður at vísa politisku skipanini á loysnir, sum eru realistiskar og haldførar, samstundis sum tær skulu skapa virði fyri føroyska samfelagið, sigur Finn Danberg, nýggjur formaður í Nýskipanarnevndini, sambært tíðindaskrivi frá Løgmansskrivstovuni.

Suni Justinussen er forstjóri í Magn, og er útbúgvin maskinmeistari og íløguráðgevi. Hann hevur fyrr verið forstjóri í GroAqua. 

Í Nýskipanarnevndini sita nú:

Finn Danberg, formaður

Marita Rasmussen, stjóri á Havstovuni

Óluva Klettskarð, undirvísari á Miðnámi á Kambsdali

Heri á Rógvi, stjóri í Lóðri

Suni Justinussen, forstjóri í Magn

Hjørdis Gaard Lailudóttir, stjóri í Movera

Finn Danberg verður gestur í útvarpstíðindunum klokkan 18.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329