Janukovitsj: Eg eri framvegis forseti í Ukraina

Janukovitsj: Eg eri framvegis forseti í Ukraina
Viktor Janukovitsj heldur uppá, at hann framvegis er rætti forseti Ukraina, og hann væntar skjótt at vera aftur í Kiev.
Victor Janikovitsj sigur seg framvegis vera forseta í Ukraina, og hann sigur seg eisini framvegis vera ovasta í urkainska herinum.
 
11.03.2014 - 11:07

Janukovitsj vísti seg á einum talarastóli, ílatin ukrainska flaggið, í býnum Rostov-na-Donu, fyrrapartin í dag. Har hevur hann hildið til, síðan hann varð rikin frá valdinum 22. februar.

Valið er ólógligt

Janukovitsj vísir aftur, at hann flýddi úr Ukraina. Og hann heldur uppá, at hann skjótt vendir aftur til Kiev.

”Komandi valið, sum er lýst at vera 25. mai, er bæði ólógligt og ógildugt,” sigur frákoyrdi forsetin.

Hann vísir eisini á, at Krim-hálvoyggin er í gongd við at slíta seg leysa frá Ukraina, og skyldina hevur mótstøðurørslan í Kiev.

”Eg eri eisini framvegis ovastur í ukrainska herinum, og eg ivist ikki í, at herurin noktar fyri at gera eftir boðum frá kriminellum,” segði hann fyrrapartin týsdagin.

Kelda: VG/NTB

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
RagnarRokk: Fernando Ribeiro um Far From God
215799
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890