Grønlendingar ónøgdir við makrelavtalu

Grønlendingar ónøgdir við makrelavtalu
Nýggja makrelavtalan millum ES, Noreg og Føroyar er beinleiðis skaðilig fyri grønlendsk áhugamál í fiskivinnuni, heldur umboð fyri grønlendska vinnu
Nýggja makrelavtalan millum ES, Noreg og Føroyar er eitt bakkast fyri Grønland, heldur Henrik Leth, umboð fyri grønlendsku vinnuna
Mynd: (Tilvildarlig savnsmynd) KvF

17.03.2014 - 09:12

Grønlendingar eru ónøgdir við makrelavtaluna millum ES, Norra og Føroyar og vilja hava donsku stjórnina at blanda seg og broyta partar av avtaluni, sum eru gjørdir fyri at forða grønlendingum at fiska makrel.

Tað sigur Henrik Leth, formaður fyri fiskivinnunevndina hjá grønlendska arbeiðsgevarafelagnum við Sermitsiaq.

Sambært Henrik Leth er ein partur av makrelsemjuni, at Føroyar, Norra og ES ikki mugu lova skipum at fiska grønlendsku eginkvotuna av makreli.

Makrelavtalan eitt bakkast fyri Grønland

- Tað er eingin ivi um, at avtalan millum Føroyar, Norra og ES er beinleiðis skaðilig fyri grønlendsk áhugamál í fiskivinnnuni, heldur Henrik Leth.

Avtalan má síggjast sum ein avtala, hvørs endamál - burtursæð frá sjálvum býtinum - er at forða fyri, at grønlendingar fáa somu møguleikar sum onnur, sigur hann.

Grønlendska arbeiðsgevarafelagið heitir nú á heimastýrið um at mótmæla bæði í Brússel og á Christiansborg, og at heimastýrið fær donsku stjórnina at strika burtur tær ásetingar í makrelavtaluni, sum eru beinleiðis rættaðar móti Grønlandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 4. oktober
Møti í Filadelfia í Gøtu
214246
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162