Góðtaka ikki gamla sildabýtið

Góðtaka ikki gamla sildabýtið
Støða Føroya í fjør er óbroytt. 5,2 prosent av heildarkvtuni verður ikki góðtikið.
 
19.03.2014 - 09:48

Ísland hevur formansskapin í samráðingunum um norðhavssildina í ár og bíðar nú eftir svari frá hinum strandarlondunum.

Ísland hevur spurt hini fýra londini, um heildarkvotan skal býtast millum øll fimm londini eftir gamla lyklinum, sum var galdandi til í fjør, tá Føroyar ikki longur góðtóku hann. Ella, um gjørt verður sum í fjør, at hini londini, Ísland, Noreg, ES og Russland, býta sildina eins og gjørt varð í fjør.

Sambært hinum strandarlondunum eiga Føroyar knappliga 5,2 prosent av heildarkvotuni. Tey prosentini vóru 32.000 tons í fjør.

Men 25.mars í fjør kunngjørdi landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, at føroyska sildakvotan í 2013 var 105.000 tons. Hetta gjørdi, at Noreg noktaði, at sild úr føroyskum sjógvi verður landað í Noregi.Og ES setti í gildi handilsforðingar móti sild og makreli úr Føroyum.

Íslendski formansskapurin setti onga freist fyri at svara. Føroyar hava ikki svarað enn, sigur Herluf Sigvaldsson, samráðingarleiðari. Men føroyska støðan er óbroytt, sigur hann.

Næsta ár hava føroyingar formansskapin í sildasamráðingunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 2. september
Skratsj 2. septembur 2026
212617
Mikudag 2. september
Eitt korter við klassiskum
212603
Mikudag 2. september
Heilsuhornið
212604
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439