Russiskar deildir hava tikið herflotastøð

Russiskar deildir hava tikið herflotastøð
Russiskt vinarligar sjálvverjudeildir skulu hava søkt at ukrainsku herflotastøðini í Sevastopol.
Ein ukrainskur herflotayvirmaður rýmir av herflotastøðini í Sevastopol, eftir at prosrussiskar deildir hava tikið støðina.
 
19.03.2014 - 11:14

AP-tíðindastovan skrivar í dag, at ein av myndamonnum teirra hevur sæð fleiri hundrað sjálvverjuherfólk søkt at høvuðsdstøðini hjá ukrainska herflotanum.

Teir skulu hava heysað russiska flaggið uttan fyri høvuðsdeildina og kring sjálva høvuðsdeildina, meðan ukrainskir tænastumenn stóðu vakt við høvuðdsbygningin.

Russiskt vinarligi bólkurin bíðaði í umleið ein tíma uttanfyri, áðrenn teir tóku seg inn á sjálva herflotastøðina. Nú eru ukrainskir tænastumenn, sum onga mótstøðu gjørdu, í ferð við at pakka niður – og at rýma av støðini.

”Vit hava ongi skot latið av, og russararnir eru óvápnaðir,” sigur Sergiy Bogdanov, talsmaður á ukrainsku herflotastøðini.

Kommandørurin í russiska Svartahavsflotanum skal vera komin á herflotastøðina at samráðast, skrivar AP.

Kelda: AP/VG

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 3. september
RagnarRokk 3.september 2026
212238
Hósdag 3. september
RagnarRokk: Joel Hokka um Via Miseria IV
212237
Hósdag 3. september
RagnarRokk: Nirvargh um Upp úr Dýpinum
212236
Hósdag 3. september
Nýtt ljóð
212666
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514