Rusk frá slaktinum liggur enn í Mykinesi

Rusk frá slaktinum liggur enn í Mykinesi
32 stórir sekkir bíða eftir at verða fluttir av oynni
Tíbetur eru sekkirnir tættir, annars hevði verið illa vorðið
Mynd: Eddie Lauritsen  
 
20.03.2014 - 15:53

Eddie Lauritsen gevur ilt av sær á Facebook um ruskið í Mykinesi, ið ikki fer av oynni.

Her liggur alt ruskið frá slaktinum i heyst, skinn, vembur og annar innvølur, kavrotið og alt skríður skart í maðki, sigur Eddie, ið eisini hevur lagt myndir av rusksekkjunum út á Facebook.

- Tá Mykinesleiðin varð privatiserað, valdu teir ráðandi ikki at taka farmin við. Hann skuldi framvegis vera undir tí almenna, veit Eddie at siga á Facebook.

Erik Davidsen, havnaumsjónarmaður í Sørvági vísir til IRF, tá vit ringja at vita, hvat Sørvágs kommuna ger við málið.

Harmast um støðuna

Poul Andrias Joensen, stjóri í IRF harmast um støðua og sigur, at arbeitt verður við at leiga ein bát, sum kann fara eftir ruskinum, tá veðrið er til vildar.

Frá Strandferðsluni hevur IRF fingið at vita, at Strandferðslan hevur ikki ábyrgd av farmaflutningi til Mykines um veturin, Súlan hevur ongan krana, og tað má báturin hava.

Tilsamans er talan um 32 stórar sekkir, sum bíða eftir at verða fluttir úr Mykinesi.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423