Jørleif Kúrberg, sáli, sigur stuttligar søgur úr gomlu Havnini

Jørleif Kúrberg, sáli, sigur stuttligar søgur úr gomlu Havnini
Havnarmaðurin Jørleif Kúrberg, sáli, var kendur og væl umtóktur ferðaleiðari. Ikki minst frá túrum í gamla býarpartinum úti á Reyni í Havn, har hann hevði ættarbond
Jørleif Kúrberg andaðist í 2018, men søgurnar liva víðari.
Mynd: Savnsmynd  
 
01.09.2026 - 13:35

Fyri nøkrum árum síðani skipaði Tórshavnar Kvøldskúli fyri trimum søgukvøldum, har Jørleif Kúrberg, sáli, segði frá stuttligum søgum úr gomlu Havnini - og hann var nærum ótømandi.

Jørleif dugdi so avbera væl at gera søguna livandi við persónum og smálutum, og dugdi serliga væl at síggja teir stuttligu og stundum skeivu vinklarnar í tilveruni.

Jørleif Kúrberg andaðist í 2018, men søgurnar liva víðari.
 

Tríggjar sendingar

Kvøldskúlin tók tiltakið upp, og tí hava vit møguleikan at hoyra ein fittan part av teimum.

Kringvarpið hevur gjørt tríggjar sendingar burtur úr hesum søgunum undir heitinum "Stuttligar søgur úr gomlu Havnini", og tann fyrsta er her.

Nógvar av søgunum hjá Jørleifi Kúrberg eru eisini varðveittar í bókini "Reyn, kæra Reyn - ein gongutúrur við Jørleifi", sum kom út í 2023,og sum dóttir hansara, Randi Kúrberg, samskipaði. 

Fyrsta av trimum útvarpspørtum við stuttligum søgum hjá Jørleifi úr gomlu Havnini kanst tú hoyra HER.

 

1732547

 

 

Hvat: Stuttligar søgur úr gomlu Havnini
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Mánadagar kl. 17.05, og tá tað passar tær á KVF Ljóð

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329