Vinnumálaráðið vísir aftur óreglusemi

Vinnumálaráðið vísir aftur óreglusemi
Talan var ikki um revsiverd viðurskifti men um samstarvstrupulleikar í Vinnuframagrunninum
Johan Dahl og Vinnumálaráðið hava ábyrgdina av Vinnuframagrunninum
Mynd: savnsmynd  
 
20.03.2014 - 09:20

Talan var hvørki um tænastumisbrot ella revsiverd viðurskifti, men um samstarvstrupulleikar.

Tað sigur Vinnumálaráðið um Ólav Arge, sum var stjóri í Vinnuframagrunninum til 2009, tá hann varð sagdur úr starvinum.

Løgmansskrivstovan bað Vinnumálaráðið um eina frágreiðing um Vinnuframagrunnin, tí løgmaður og landsstýrismaðurin í vinnumálum eru lagdir undir at breiða út yvir óreglusemi í Vinnuframagrunninum. Hesa frágreiðing fekk Løgmansskrivstovan longu í august í fjør.

Men Vinnumálaráðið tekur ikki í egnan barm. Sambært Vinnumálaráðnum vóru tey uppáhald, sum eru sett fram, longu í fjølmiðlunum í 2009. Løggildaða grannskoðanin og stýrið fyri grunnin mettu ikki, at talan var um óreglusemi.

Í grannskoðaðu roknskapunum, grannskoðaraprotokollunum og frágreiðingunum frá stýrinum í sambandi við roknskapirnar eru eingi fyrivarni ella viðmerkingar um nakað óregluligt.

Eisini í sambandi við, at stjórin fór frá vóru nevndu viðurskifti viðgjørd. Men mett varð, at viðurskiftini viðvíkjandi stjóranum vóru hvørki tænastumisbrot ella revsiverd. Talan var um samstarvstrupulleikar, sigur Vinnumálaráðið.

Í farnu viku gjørdi danska bakmanspolitiið húsarannsókn hjá Vinnuframa í Havn. Hald varð lagt á skjøl hjá Vinnuframagrunninum frá 2004 til 2009. Húsarannsóknin var grundað á illgruna um svik og mandatsvik, heimildarsvik.

Illgruni er um, at Vinnuframagrunnurin var ein stuðulskarussel, har somu feløgini og fólkini viðgjørdu umsóknir, umsótu skipanir fyri grunnin og fingu pengar úr grunninum.

Suni á Dalbø, sum var nevndarlimur í Vinnuframagrunninum í 2009, meldaði í fjør málið til SØK, Statsadvokaten for Særlig Økonomisk og International Kriminalitet, vanliga rópt bakmanspolitiið, eftir at hava rópt varskó hjá politiska myndugleikanum í nøkur ár.

Johan Dahl, landsstýrismaður, sigur, at tað er bæði náttúrligt og gott, at løgreglan kannar virksemið í Vinnuframagrunninum. - Løgreglan skal hava bestu umstøður at gera sínar kanningar, og vónandi koma allar relevantar upplýsingar fram, sum fult út kunnu lýsa málið, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. januar
Mono - Hjalte Bachmann (4:4)
203391
Mikudag 28. januar
EM tíðindir - 28 jan 2026
203370
Mikudag 28. januar
Orðaval #30: Umljóð og kærleiksorð
203366
Mikudag 28. januar
Byrja einfalt
203358
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. januar
Hetta er Filip
203375
Mikudag 28. januar
Hetta er Bjarki
203376
Mikudag 28. januar
Hetta er Emma
203377
Mikudag 28. januar
Hetta er Jóhanna
203378
Mikudag 28. januar
Hetta er Sophilia
203379