Dankortið selt fyri 17 milliardir

Dankortið selt fyri 17 milliardir
Fyritøkan Nets, ið umsitur flestu gjaldkortini og gjaldkortflytingar í norðurlondum, er í morgun seld til ein íleggjarabólk
Nets, ið umsitur flestu gjaldkortini og gjaldkortflytingar í norðurlondum, er í morgun seld íleggjarum fyri 17 milliardir
 
24.03.2014 - 08:47

<p>Nets kallaðist fyrr fyri PBS. Bain capital, Advent International og danski pensjónsgrunnurin ATP hava í felag latið 17 milliardir krónur&nbsp;fyri fyritøkuna, nú hon er seld.</p>

<p>186 peningastovnar, teirra millum føroysku peningastovnarnir, eiga í felag Nets, sambært Ritzau. Nets umsitur, umframt dankortið, eisini aðrar talgildar skipanir í norðurlondum, eitt nú NemID í Danmark.</p>

<p>Samráðingar hava verið um Nets eina tíð. Men í morgun varð váttað, at semja var um ein prís. Handilin er ikki endaligur fyrr enn seinni í ár, tí myndugleikarnir skulu góðkenna handilin fyrst.</p>

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392