Ásbjørg Hjelm nýtt juniormet í Danish Open

Ásbjørg Hjelm nýtt juniormet í Danish Open
Ásbjørg Hjelm úr Ægir hevur sett nýtt føroyskt juniormet í 50 metur bringusvimjing
 
28.03.2014 - 10:56

Tað gongur væl hjá føroysku svimjarunum í Danish Open kappingini í Danmark.

Ásbjørg Hjelm úr Ægir setti í morgun nýtt føroyskt juniormet í 50 metra bringusvimjing. Ásbjørg kom á mál við tíðini 35.44 sekund. 

Svimjing.com skrivar, at hetta er fyrstu ferð, at Ásbjørg fær skrásett eina tíð í 50 m. bringu á langgeil. Allíkavæl megnaði hon at taka føroyska juniormetið sum var 35.69.

Gamla metið átti Tanja Skaalum úr Suðuroyar Svimjifelagi. Tað setti hon á Small States stevnu í Hafnarfirði í 2010.

Tíðin hjá Ásbjørg er ikki langt frá føroyska metinum, sum Malan Vitalis Bærentsen setti í 2008. Føroyska metið er á 35.34 sekund.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542