- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyingar skulu byggja tunlarnar

Ljós tykist at vera fyri tunnilsmunnan í málinum um Skálafjarða og Sandoyartunnilin. Rættarnevndin hevur umsíður skrivað álit í málinum, og meirilutin í rættarnevndini, tað eru samgonguumboðini, umframt Páll av Reynatúgvu úr Tjóðveldi, mælir løgtinginum til at samtykkja uppskotið.
Meirlutin leggur dent á, at verkætlanini í so stóran mun, sum gjørligt, eigur at verða framd av føroyskum vinnulívi og arbeiðstakarum, soleiðis, at bæði íløgupeningurin og raksturin koma tunnlinum til góðar. Meirlutin ásannar, at linjuføringin er partur av politisku semjuni, og tøkniliga og fíggjarliga avbjóðingin verður í samsvari við hana.
Meirlutin sigur eisini, at hóast nógvir hoyringspartar hava verið í nevndini, so eru ongi sjónarmmið komin fram, sum órógva tunnilssemjuna. tað ber til fremja verkætlanina við lýstu fíggjarligu treytunum, heldur meirlutin. Hitt andstøðuumboðið í rættarnevndini, Kristin Michelsen, úr Javnaðarflokkinum, tekur støðu í tingsalinum.

























