Grønland skal vera strandarland

Grønland skal vera strandarland
Og skal verða partur av makrelavtaluni í framtíðini, sigur danski fiskimálaráðharrin
 
10.04.2014 - 09:29

Danska stjórnin tekur undir við grønlendska kravinum um, at Grønland gerst strandarland, og Grønland verður partur av makrelavtaluni í framtíðini.

Tað sigur danski fiskimálaráðharrin, Dan Jørgensen, í einum svari til Saru Olsvig, fólkatingskvinnu úr IA.

ES, Noreg og Føroyar hava gjørt avtalu um makrelfiskiskapin næstu árini. Men Sara Olsvig er ikki nøgd við svarið.

Hon sigur við grønlendska kringvarpið, KNR, at tað er undrunarvert, at hvørki danska stjórnin ella grønlendska landsstýrið vóru uppií, tá ES, Noreg og Føroyar gjørdu makrelavtaluna.

Hóast Grønland kanska verður strandarland longu næsta ár, kann gerast trupult at fáa lut í makrelavtaluni, sum ES, Noreg og Føroyar hava gjørt, tí hon er galdandi í fleiri ár, sigur Sara Olsvig.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386