- Tíðindi, mentan og ítróttur
CIA eggjar til harðskap í Ukraina

Í samrøðu við almenna russiska sjónvarpið í gjárkvøldið segði Janukovitj, at leiðarin fyri amerikansku fregnartænastuna, CIA, John Brennan, hevur havt fund við stjórnina í Kijev.
Janukovitj segði, at Brennan hevur verið við til at eggja til harðskap í landinum, og at ukrainski herurin hevur fingið boð um at berja niður loysingarfólkini.
Hvørki Hvítu Húsini í Washington ella ukrainsku myndugleikarnir hava gjørt viðmerkingar til skuldsetingarnar hjá Janukovitj.
ST-trygdarráðið varð í nátt kallað saman til snarfundar um støðuna í Ukraina.
Russland gav stjórnini í Kijev, sum er vestansinnað, skyldina fyri, at støðan er vorðin so spent. Bretland, Frakland og USA siga hinvegin, at Russland hevur ábyrgdina av støðuni.
- Blóð flýtur, og altjóða samfelagið eigur at biðja Kijev um at gevast at við nýta vald móti fólkinum har eysturi í Ukraina, segði russiski ST-sendiharrin, Vitalij Tjurkin.
Bretski sendiharin, Lyall Grant, vísir á, at 35.000-40.000 væl vápnaðir russiskir hermenn eru komnir fram at ukrainska markinum. Og harafturat hevur Russland 25.000 herfólk á Krim-hálvoynni, sigur bretski sendiharrin, sum heitti á Russland um at taka herfólk sítt aftur frá ukrainska markinum.
ES fer í dag væntandi at herða tiltøkini móti Russlandi. Fyrrapartin hittast ES-uttanríkisráðharrarnir til fundar í Luksemburg at viðgera støðuna í Ukraina.
Hvørji tiltøk, nú verða sett í verk, er ógreitt. Higartil hava tiltøkini rakt russiskar politikkarar og aðrar persónar, sum hava vald.




























