- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nær verður musikkskúlin bygdur?

Almennur orðadráttur hevur tikið seg upp millum nevndina fyri musikkskúlan og forkvinnuna í mentamálanevndini í Tórshavnar býráð.
Nevndin fyri musikkskúlan skuldsetir Tórshavnar býráð fyri at súlta málið.
Malan Thomsen, forkvinna í nevndini, sigur í almennum brævi til býráðið, at eitt uppskot um nýggjan musikkskúla er klárt, men einki hendir. Nevndin fær ikki samband við Tórshavnar kommunu, og tí ber ikki til at hjá teimum at fáa kunning ella fund um málið.
Helena Dam á Neystabø, forkvinna í mentanarnevndini hjá Tórshavnar Býráð, sigur í dag, at býráðið hevur útvegað projekt og fígging til at byggja ein nýggjan Musikkskúla í Havn. Nevndin fyri Musikkskúlan verður boðin til fundar beint eftir páskir, og tá verður eisini farið til undir arbeiðið at byggja musikskúlan, sigur Helena Dam á Neystabø.
Musikskúlin hevur verið leingi á veg. Í 2010 samtykti Tórshavnar býráð at fara undir at fyrireika at byggja nýggjan musikkskúla. Musikkskúlin skuldi eftir ætlan byggjast á fløtuni eystan fyri Norðurlandahúsið.
Útvarpið tosaði fyri lítlari løtu síðani við Helenu Dam, á Neystabø. Spakin verður settur í í vár ella summar, sigur Helena Dam á Neystabø og avvísir, at málið verður súltað.




























