- Tíðindi, mentan og ítróttur
22 prosent av mammum arbeiða niðursetta tíð

Flestu mammurnar, nærum tveir triðingar, eru í fulltíðarstarvi. Tað vísir kanningin Ungfólk í Føroyum 2012, sambært heimasíðuni hjá lærarafelagnum.
Hinar mammurnar, góð 22 prosent, eru í flestu førum í parttíðarstarvi. Einans seks prosent svara, at mamman arbeiðir heima, tað vil siga er heimagangandi.
Nøkur, góð tvey prosent av teimum ungu, svara, at mamman er arbeiðsleys, og trý prosent svara, at mamman gongur í skúla.
Pápar arbeiða í minni mun niðursetta tíð
Hyggja vit at støðuni hjá pápum, so sæst, at teir í nógv størri mun arbeiða fulla tíð. Nærum fýra av fimm pápum eru í fulltíðarstarvi. Einans fýra pápar - minni enn eitt prosent - eru, sambært svarunum hjá ungdómunum, heimagangandi.
Góð 12 prosent hava parttíðarstarv og sløk fýra prosent eru arbeiðleysir. Nógv færri pápar enn mammur eru undir útbúgving, tá tey spurdu eru um 16-ára aldur.
Fimm pápar og ein mamma fáa eftirløn.
Kynsmunurin er minkaður nakað í mun til eldri arbeiðs-marknaðarkanningar. Fleiri kvinnur eru í fulltíðarstarvi í dag enn fyrr. Hetta eru tó mynstur, sum kunnu broytast nógv, tí ikki er greitt, um mammurnar til dømis hava fulltíðarstarv í eitt ella fimm ella 10 ár.
Børn og ung í skúlaaldri hava í dag ofta foreldur, sum eru sera virkin á nógvum økjum: arbeiðslív, frítíðarvirksemi, skeiðsvirksemi, o.s.fr. Og hetta merkir eisini, at nógv ung hava minni tíð saman við foreldrunum enn higartil hildið. Arbeiðið hjá foreldrunum er sjálvandi eisini avgerandi fyri livistøðið.
Hvat er Ungfólk í Føroyum?
Ungfólk í Føroyum 2012 er frágreiðing, sum lýsir og viðger úrslitini av stórari skúla-spurnakanning hjá Firouz Gaini, granskara. Kanningin er partur av føroyskt-íslendskum granskingarsamstarvi, sum byrjaði tíðliga á vári 2011.
19 av tilsamans 21 skúlum við 9. flokkum luttóku. Kanningin umfatar øll, sum eru fødd í 1996, tó eru nakrir fáir luttakarar 1 ár yngri ella eldri.
Svarprosentið var 76,1 prosent í Føroyum, og tað er góðkent støði. Umleið 52 prosent av teimum spurdu vóru gentur.




























