"Bumban" var tónleikaútgerð

"Bumban" var tónleikaútgerð
Danska politiið fekk í gjár illgruna um, at ein bumba var í einum bili uttanfyri Tivoli. Men talan var um tónleikaútgerð
 
20.04.2014 - 11:04

Løgreglan í Keypmannahavn fer nú at taka veggyrðingar í miðbýnum niður aftur, sum vórðu settar upp í gjárkvøldið, tí illgruni var um, at ein bumba var í einum parkeraðum bili í Tietgensgade beint við Tivoli. 

Eigarin av bilinum hevur sjálvur vent sær til okkara. Hann sigur, at talan er um útvarps- og tónleikaútgerð, ið hann hevur í bilinum, sigur vakthavandi hjá Løgregluni í Keypmannahavn. 

Bileigarin hevur ikki sjálvur parkerað bilin. Tað hevur onkur annar í familjuni hjá honum gjørt. Men hann verður skuldsettur fyri fleiri lógarbrot, tí tað er ikki loyvt at fara frá einum bili á hendan hátt, sigur vakthavandi.

Ur líktist niðurteljara

Løgreglan fekk illgruna til bilin, tí eitt úr var inni í honum, sum var bundið í okkurt, ið líktist einum niðurteljara, og leidningar hingu eisini út úr bilinum. Stórir partar av miðbýnum, harímillum eisini Høvuðsbanagarðurin, vórðu avbyrgd, og øll fólk vóru fingin út úr Tivoli. Talan var um umleið 4000 vitjandi og starvsfólk, ið vórðu fingin út úr Tivoli. Bumbutænastan hjá donsku verjuni varð eisini tilkallað, men hon hevur nú pakkað saman aftur. 

Kelda: dr.dk

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV