Schengen fyrst - síðani yvirtøkan

Schengen fyrst - síðani yvirtøkan
Ósemja er í samgonguni um málsøkið útlendingamál
Útlendingamál verða yvirtikin, sigur løgmaður

22.04.2014 - 11:49

Tá løgmaður hevur fingið vissu fyri, at Føroyar verða verandi partur av Schengen samstarvinum, verða útlendingamál yvirtikin. Og vónandi verður tað í heyst.

Samgongan setti sær fyri í samgonguskjalinum frá 2011, at útlendingamál skulu yvirtakast. Enn er kortini lítið hent. Orsøkin er, sigur løgmaður, at landsstýrið hevur verið í samráðingum við donsku stjórnina um Schengen-samstarvið hjá ES.

Jákup Mikkelsen, formaður í Uttanlandsnevndini hjá løgtinginum, segði við Útvarpið í gjár, at Føroyar skulu yvirtaka útlendingamál, sama, um Føroyar verða partar av Schengen ella ikki.

Løgmaður er ikki samdur við hann. Hann vil fyrst hava vissu fyri, at Føroyar halda fram í Schengen. Yvirtøkan fer væntandi at kosta okkurt um seks milliónir krónur. Enn er ikki greitt, hvar pengarnir skulu finnast.

Schengen er um eftirlit á landamørkum. Danska løgreglan umsitur Schengen í bæði Føroyum og Grønlandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558