Lógin um tunlar komin í gildi

Lógin um tunlar komin í gildi
Landsstýrið hevur nú lógarheimildina at gera tveir undirsjóvartunlar
Nú er lógin um undirsjóvarsambandið millum Streymoynna og Eysturoynna komin í gildi
 
23.04.2014 - 09:56

Lógin um at byggja Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin er nú komin í gildi. Hon varð lýst mánadagin í síðstu viku og kom í gildi dagin eftir, 15.apríl.

Løgtingið samtykti einmælt 10.apríl at gera Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, legði uppskotið fram 12. februar. 

Eysturoyartunnilin verður mettur at kosta eina milliard og 50 milliónir kr., og Sandoyartunnilin verður mettur at kosta 860 milliónir kr. 

Fyrst verður farið undir Eysturoyartunnilin, og tá hann er boraður í gjøgnum, verður farið at bora Sandoyartunnilin, tó í seinasta lagi í 2018.

Sambært lógini verður stovnað eitt alment partafelag, sum skal byggja og reka báðar tunlarnar. Landið setur tilsamans 400 milliónir kr. í felagið hetta til 2024.

Um neyðugt kann landið hækka partapeningin, ella veita felagnum avmarkaða trygd fyri at fáa fígging til Sandoyartunnilin. 

Sambært lógini kann felagið eisini taka ábyrgdarlán, og landið skal veita felagnum 10 milliónir kr. í árligum rakstrarstuðli, tá Sandoyartunnilin er tikin í nýstlu. Hetta svarar til tað, sum tað kostar landinum at hava Teistan í sigling um Skopunarfjørð.

Gongst sum ætlað, verður koyrandi bæði í Eysturoyartunlinum og Sandoyartunlinum í 2021.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 30. mai
Jambalaja - 290526
209017
Leygardag 30. mai
Upp á tá - 290526
209012
Leygardag 30. mai
Morgunlestur leygardagur 30.mai 2026
208234
Fríggjadag 29. mai
Vikuskiftið 29 mei 2026
209003
Fríggjadag 29. mai
LEITISSTEIN 29.05.2026 (G! 2026)
208996
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 30. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
209013
Fríggjadag 29. mai
Veðrið
209009
Fríggjadag 29. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208968
Hósdag 28. mai
Veðrið
208945