Ivamál um manningina

Ivamál um manningina
Annfinn Brekkstein úr Sambandsflokkinum setur spurning við, um flokkurin er klárur at fara til val við núverandi manning í leiðandi sessunum.
 
03.05.2014 - 12:25

Í gjár kunngjørdi heimasíðan Ting.fo eina gallup-veljarakanning, sum gevur Sambandsflokkinum eitt søguliga vánaligt úrslit. Hevði val verið nú, hevði Sambandsflokkurin bert fingið 15,7 prosent at atkvøðunum. Og so lítla undirtøku hevur Sambandsflokkurin ongantíð havt.

Anfinn Brekkstein, sum umboðar Sambandsflokkin í Tórshavnar kommunu, heldur, at Sambandsflokkurin má taka veljarakanningina í størsta álvara. Tíðin er komin til sjálvrannsakan. 

- Eru vit klárir at fara út við hesi manning til eitt nýtt val, spyr Annfinn Brekkstein. 

Fyrr í ár boðaði fyrrverandi forkvinnan fyri Sambandsflokkin, Lisbeth L Petersen frá, at hon hevði meldað seg úr Sambandsflokkinum, tí Sambandsflokkurin hevði mist sín sosiala profil, og tí at løgmaður góðtók, at Jørgen Niclasen var landsstýrismaður, eftir ar tollmálið var komið fram. Sjálvur er løgmaður eisini partur av málinum um Skálafjarðartunnilin, sum ein kanningarstjóri er settur at kanna.

Annfinn Brekkstein heldur eisini, at tað eru ov nógv tílík mál, sum serliga skaða álitið á Sambandsflokkin, ið hevur løgmann.

- Tað hevur verið nógv ov nógv óróð um ávísar persónar í allari samgonguni, sum ger, at fólk eru farin at tosa um álit og ikki-álit. 

Annfinn Brekkstein vil ikki siga, um hann heldur, at stundum er komin skifta formann í Sambandsflokkinum. Men hann viðgongur, at tað er nógv mál, sum flokkurin má viðgera innanhýsis. Harímillum um flokkurin hevur røtt fólk í røttum sessum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 25. november
Eitt korter við klassiskum 25. november 2026
216969
Mikudag 25. november
Ung lesa 2 - 2
216946
Mikudag 25. november
Heilsuhornið
216950
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216960
Týsdag 24. november
Silja millum strokini - teknmálstulkað
216928
Týsdag 24. november
Veðrið
216915
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867
Mánadag 23. november
Veðrið
216858