Lógin um rúsevni verður nú herd

Lógin um rúsevni verður nú herd
Trivnaðarnevndin tekur undir við uppskotinum hjá Karsten Hansen, sum vil hava lógina um "euforiserende stoffer" nógv herda
 
05.05.2014 - 08:46

Bæði fútin og TAKS hava gjørt vart við, at hóskandi er at dagføra og herða reglurnar í donsku lógini, sum er galdandi í Føroyum, so lógin í Føroyum verður samsvarandi lógini í Danmark.

Fútin vil hava, at til ber at revsa fólk, sum innflyta rúsevni, sum ikki eru nevnd í galdandi lóg.

Fútin mælti eisini frá at seta donsku regluna um at revsa við ávaring í gildi í Føroyum. 

Í Danmark ber til at revsa lítil brot á rúsevnalógina við ávaring. Men fútin heldur, at hetta er ov lin revsing í Føroyum.

Og landsstýrismaðurin í heilsumálum og Trivnaðarnevndin eru samd við fútan. Ásetingin um ávaring er tí strikað í ríkislógartilmælinum, sum varð latið løgtinginum. 

Fútin stúrir fyri, at ásetingin um ávaring kann tulkast sum um lógin er linkað í Føroyum.

Nógv rúsevni, sum ikki eru nevnd í galdandi lóg í Føroyum, eru komin seinastu árini. Bæði fútin og TAKS hava fortreð av teimum, tí illa ber til at steðga teimum í tollinum.

Lógin loyvir tí ikki. Í ávísum førum er eydnast at steðga innflutningi við at brúka apotekslógina. Men tann lógin hevur ongar revsimøguleikar. 

Tað er umráðandi at fáa lógarbroytingina setta í gildi í hesi tingsetuni, sigur landsstýrismaðurin.

Serliga nógv rúsevni koma til Føroya um summarið, tá festivalar og konsertir eru, siga tollarar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659