Sandoyartingmenn atkvøddu ikki fyri

Sandoyartingmenn atkvøddu ikki fyri
Uppskotið um, at strandfaraskipini skulu sigla allar dagar í árinum, fall
 
07.05.2014 - 13:00

Hóast kommunurnar í Sandoynni nýttu 20.000 kr., so Froyur kundi sigla millum Skopun og Gomlurætt langafríggjadag og páskdag, atkvøddu sandoyartinglimirnir, Brandur Sandoy og Gerhard Lognberg, ikki fyri uppskotinum hjá Tjóðveldi um at játta pening, so Strandferðslan kann røkja siglingina allar dagar í árinum.

Brandur Sandoy, sum eisini er borgarstjóri á Sandi, atkvøddi ímóti uppskotinum, og Gerhard Lognberg, sum eisini er borgarstjóri í Skopun,  var ikki við í atkvøðugreiðsluni.

Tað vóru Páll á Reynatúgvu og Sirið Stenberg, sum løgdu uppskotið fram, ið skuldi fáa løgtingið at játta 1,8 milliónir kr., so strandfaraskipini skuldu sigla hvønn dag í árinum. Tá atkvøtt varð um uppskotið í gjár, fall tað, tí bert 9 tinglimir vóru fyri og 14 ímóti.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744