Uppskot til viðgerðar um at útveita SSL

Uppskot til viðgerðar um at útveita SSL
Tingið viðgerð í dag uppskotið hjá Johan Dahl um at gera tað møguligt at útveita allar sjóvegis farleiðir hjá Strandferðsluni til privat at røkja
Løgtingið viðgerð í dag uppskotið hjá Johan Dahl, landsstýrismanni, ið kann gera tað møguligt at útveita sjóvegis farleiðir hjá Strandfaraskipum Landsins
Mynd: KvF

09.05.2014 - 13:50

Løgtingið samtykti í gjárkvøldið við aðru viðgerð málið. Men orðaskifti var í rættiliga hart um uppskotið aftur í dag. Uppskotið hjá Johan Dahl fór tó aftur í nevnd í gjárkvøldið, har samgongumeirilutin valdi at broyta uppskotið.

Sambært lógini kunnu farleiðir hjá Strandferðsluni ikki útveitast uttan so, at tað tænastan verður minst líka góð og minst líka so bílig, sum hon er nú.

Túratalið skal ikki lækka

Samstundis skal tað vera ein treyt, at túratalið skal ikki lækka, og prísurin á ferðaseðlum skal ikki hækka í miðal. Johan Dahl, landstýrismaður, segði í tinginum í gjár, at eingin farleið verður útveitt uttan so, at tað er ein fyrimunur fyri landið, og samstundis skal trygd fáast fyri, at avloysaraskip er tókt.

Nú ber til hjá landsstýrismanninum í samferðslumálum at útveita allar sjóvegis farleiðirnar hjá Strandferðsluni til privatar at røkja. Løgtingið samtykti í gjárkvøldið við aðru viðgerð málið, og í dag verður lógin endaliga samtykt. Tó ikki uttan svørðslag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 19. mars
RagnarRokk 19.mars
204937
Hósdag 19. mars
RagnarRokk: Robin McAuley um Paralyzed
204938
Hósdag 19. mars
Nýtt ljóð 19. mars 2026
205893
Hósdag 19. mars
Fyrsta val 19. marts 2026
205872
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 19. mars
Tinggáttin
205900
Hósdag 19. mars
Veðrið
205895
Hósdag 19. mars
Undir egið borð
205875
Hósdag 19. mars
Andgletturin - Fólkaflokkurin
205869